Gátu Ríma - Týr Gestur villur frá høllini gongur Blindur er hann og fáur Møtir hann einum gomlum manni Allur í hærum gráur Far tú tær í grasgarðar Og ráð fyri tínum bú Eg skal mær fyri Heiðrik kong Og gátur kenna nú Treðum lættliga dansin Dagurin skín so fagurliga Komið er hægst á summarið Tríati eru gáturnar Git mær eina av teim Hvussu eitur sá reyða trumma Ið slær yvir allan heim Vita man eg gátuna Eg giti tað fyrstu av teim Toran eitur sá reyða trumma Ið slær yvir allan heim Treðum lættliga dansin Dagurin skín so fagurliga Komið er hægst á summarið Vita man eg gátuna Eg fari ei við tí hátt óðin ríður sínum hesti BæðI um dag og nátt óðin gjørdist villini fuglar Fleyg sær út á hav Brendi inni Heiðrik kong Og alt tað lið har var Treðum lættliga dansin Dagurin skín so fagurliga Komið er hægst á summarið